Føroya stórsta og besta úrval av oljum
Learn More
Vit trugva uppá
Vit arbeiða fyri, at skapa úrslit og arbeiða áhaldandi fyri, at geva okkara kundum bestu loysnirnar.
Team

Oljuskift

Ein av kjarnu uppgávunum sum hava verið í fyritøkuni øll árini eru oljuskift á bilum. Ring ella kom inn til okkara og avtala tíð. Um pláss er, skifta vit oljuna beinanvegin. Eitt vanlig oljuskift tekur uml. 30 min. So tað ber væl til at fáa ein kaffimunn meðan tú bíðar til bilurin er liðugur.

Samband
About

Olja

Vit selja alskyns sløg av oljum til bilar, ellisakfør, traktorar, bátar, motorsúkklur, ATVarar, sláimaskinur, osv. Vit selja m.a. motorolju, hydraulikolju, forkolju og oljufiltur. Vit skifta fegin oljuna fyri teg.

Samband
Team

Rustviðgerð

Vit rustverja bæði nýggjar og brúktar bilar í øllum støddum, og bjóða eftirviðgerð av rustverjuni eftir at bilurin hevur koyrt í eina tíð.
Vit rustviðgera eisini ATV´arar, maskinur, lastbilar, útgerð av ymiskum sløgum.

Les meira
About

Ljóðdoyving

Vit ljóðdoyva bilar í øllum støddum og klassum. Viðgerðin tálmar ljóðið frá dekkunum so tað er minni larmur í kabinuni.

Les meira
Team

Reingerðarevni

Vit hava sera stórt úrval av alskyns reingerðarevnum, bæði til húsbrúk og til ídnaðarvirksemi. Vit selja m.a. hondsápur, hondspritt, avfeittarar og upploysarar, sápur til køkar, flakavirkir, akfør, skip og bátar.

Samband
About

Adblue

Flest øll dieseldrivin akfør, maskinur, skip v.m nýta adblue. Adblue er ein løgur sum verður sproytaður inn í útstoytsgassið og harvið neutraliserar co2 útlátið av motorinum. Adblue hevur síðstu árini verið ein stórur partur av søluni hjá okkum og tí hava vit holla vitan innan adblue.

Vit hava adblue í 5L, 10L, 205L & 1000L nøgdum

Samband
Team

Løgir

Vit hava alskins løgir á goymslu so sum: Bremsuløg, Springlaraløg, kølaraløg, formolju, skeriløg. Umframt hettar hava vit hondspritt og spritt í spreyfløsku.

Samband
About

Pumpur v.m

Vit kunnu veita nógv sløg av pumpum og aðrari útgerð til flest allar vinnur sum hava við oljur, sápur, feitt, adblue v.m. at gera.

Kom inn til eitt prát, so skulu vit gera okkara besta at hjálpa og ráðgeva tykkum.

Samband
Vit umboða
Ókeypis kanning?
Vit kunnu geva bilinum eitt ókeypis eftirlit, har bilurin verður kannaður fyri rust, veita ráðgeving og kunnu geva óbindandi tilboð uppá viðgerð av bilinum. Føroya Oljusøla brúkar Merkasol og Noxodol til viðgerðir av øllum akførum, sum verða rustviðgjørd hjá Føroya Oljusølu Føroya Oljusøla er eisini limur í Norsk Antirustforening
Samband