Marner byrjað at selja olju og feitt úr kjallaranum heima á Sívarsvegi 4, har hann eisini skifti olju v.m á bilum.
Bilar og olja hava altíð fylt nógv í lívinum hjá Marner síðani hann fór í læru hjá Auto Service sum 16 ára gamal í 1969.
Sum fráleið vórðu fleiri onnur oljusløg umboðað av sp/f Føroya Oljusøla, s.s Champion og Euroil. Hetta komst eisini av at Pennzoil spakuliga hvarv av hillunum, eftir at tað bleiv uppkeypt av Shell í Hollandi.
Um somu tíð, blivu sápur og reinsievnir eisini ein partur av vøruúrvalinum. Hettar verður alt framleitt hjá Americol í Hollandi.
Tá Adblue byrjaði at vinda uppá seg, fekk Marner saman við soninum Eyðbjørn, sum var blivin ein partur av fyritøkuni, fatur á einum umboði uppá Adblue, og hevur hettar eisini tikið dik á seg og hevur fylt meir og meir í gernadisdegnum í fyritøkuni.
Í 2015 byrjaði sp/f Føroya Oljusøla at rustviðgera bilar. Sjálvt um hettar var nakað heilt nýtt fyri fyritøkuna, var tað tó ikki nakað ókent. Marner var ein av teimum fyrstu í Føroyum, sum rustviðgjørdu bilar afturi í 70-inum. Fyritøkan hevði eisini selt Mercasol rustviðgerð til aðrar, sum rustviðgjørdu í Føroyum.
Yngri sonur Marner, Regin, bleiv tá ein partur av fyritøkuni, og tekur sær av rustviðgerðini.
Síðan eru vørur s.s Drop off, lakkforsegling og RVS til bilmotorar v.m. blivin ein partur av vøruúrvalinum.
Fyritøkan vaks frá byrjan, og skjótt var plásstrot í kjallaranum á Sívarsvegi. Hølir vóru leigað til goymslupláss og rustviðgerð ymsastaðni í býnum inntil alt flutti saman út í Mykinesgøtu 3, har fyritøkan hevur hildið til síðstu árini.
Í dag eru 10 fólk knýtt at fyritøkuni og hon er framhaldandi í menning.