Vit bjóða eisini eftirviðgerð, sum er eitt viðlíkahald av rustverjuni á bilinum.Tá ið bilurin hevur fingið eina rustviðgerð, setan vit eitt klisturmerki, sum sigur nær bilurin er rustviðgjørdur, og sum vísir, nær viðmælt verður at geva eina eftirviðgerð.
Rustviðgerðin hevur eitt 3 ára garanti, og eftir at hesi 3 árini eru liðin, mæla vit altíð til at bilurin fær eina eftirviðgerð.
Tá ið bilurin er á vegnum, slítist rustverjan av ísi, salti, lendi o.ø., sum skavar og slítir botnin.Um bilurin javnan koyrir á óasfalteraðum lendi, er tað tískil týdningarmikið at halda eitt vakið eyga við honum, tí tá er vandi fyri størri sliti á rustverjuna.