Ljóðdoyving
Hentleikar
  • Klárur eftir 24 tímar
  • Minkar um ljóðið frá 2,8 – 3 desibel
  • 80% virknað beinaveg
Vit hava sera góðar royndir við ljóðdoyving, og hava ljóðdoyvt alskyns sløg av bilum, heilt frá teimum bíligaru modellunum til teir heilt dýru luksusbilarnar.

Ljóðdoyving kann gott gerast fyri seg, men úrslitið verður betur, tá ið bilurin eisini verður rustviðgjørdur samstundis. Hetta kemst av at løgini í rustverjuni eisini eru ljóðdoyvandi fyri bilin.

Ljóðdoyvingin verður sproytað inn í dekkrúmini og holrúmini á bilinum, og hevur ein 80% virknað beinaveg, men hevur fullan virknað eftir 10 – 14 dagar, tá ið hon hevur sett seg og er stadnað.

Ljóðdoyvingin kann sambært kanningum minka um ljóðið frá 2,8 – 3 desibel, alt eftir breiddini og slagnum av dekkunum.

Eisini ber til at ljóðdoyva enn størri bilar, so sum kampingbilar o.a. Um kostanðin ber til at seta seg í samband við okkum, so gera vit eina meting og ein prís.

Allir prísir eru íroknaðir botnvask og at bilurin verður vaskaður uttaná bæði áðrenn og eftir viðgerðina.

Bilurin verður latin okkum til vasking og ljóðdoyving, og er klárir at heinta 24 tímar seinni.

Vit bjóða eisini ljóðdoyving til bilar, ið tálmar óljóðið, sum kemur frá dekkunum og vegnum.
Ókeypis kanning?

Vit kunnu geva eitt ókeypis eftirlit, har bilurin verður kannaður fyri rust, veita ráðgeving og kunnu geva óbindandi tilboð uppá viðgerð av bilinum. Føroya Oljusøla brúkar Merkasol og Noxodol til viðgerðir av øllum akførum, sum verða rustviðgjørd hjá okkum.

Føroya Oljusøla er eisini limur í Norsk Antirustforening
Samband